Um felagið

 

Bóndafelag Føroya er fakfelagið hjá bóndum í Føroyum. Felagið varð stovnað í 1957, av nøkrum festibóndum, sum meintu, at tað bleiv gjørt ov lítið til tess at virka fyri betri umstøðum hjá bóndum, serstakliga var tað prísirnir á vørunum bóndurnir virkaðu, sum felagið skuldi arbeiða fyri at fáa betri. Hesir menn vístu eisini á, at tað er neyðugt at standa saman og arbeiða sum ein maður í staðin fyri at royna sum best hvør í sínum lagi.

 

Stovnandi fundur var hildin 12. juni 1957. Tað vóru Páll Patursson úr Kirkjubø, Sámal Jákup Egholm úr Streymnesi og Petur á Heygum úr Vestmanna, sum saman við Sigurdi Joensen, sakførara tóku stig til at stovna eitt felag fyri kongsbóndur, sum tað tá var. Mikudagin 16. juli var stovnandi aðalfundur hildin í Havnar Klubba, har 39 kongsbóndur vóru møttir.

 

 

Fyrsta nevnd felagsins var:

Petur á Heygum, formaður

Tummas Reinert, næstformaður

Páll Patursson, nevndarlimur

Per Húsgarð, nevndarlimur

Dánjal Jákup Mortensen, nevndarlimur

 

Formenn felagsins hava verið:

Petur á Heygum, Vestmanna 1957 - 1964, 7 ár

Óla Krisjan Debess, Oyrareingir 1965 - 1987, 23 ár

Páll Patursson (Y), Kirkjubø 1987 - 1996, 9 ár

Bjørn Patursson, Koltri 1996 - des. 2008, 12 ár

Anna Rubeksen, Velbastaður 2008 - 2013, 5 ár

 

Í nevndini sita:

Sigert Patursson, formaður

Eynar Martin Kjærbo, næstformaður

Dánjal Petur Múller

Eyðfinnur í Búðini

Heini á Heygum

Símun Gullaksen

Tiltakslimir eru;

Jóhan Jógvansson

Bjørn Kalsø

 

Í dag er reglugerð felagsins broytt soleiðis, at felagið hevur tvinni sløg av limum. Virkandi limir eru øll, sum verða mett at hava landbúnað sum vinnu, og áhugalimir kunnu verða til dømis hjúnaðarfelagi, tilstundandi og fráfarnir bóndur, eins og feløg og stovnar sum hava áhuga í landbúnaðinum, sí annars aðrastaðni á síðuni um limaskap og endamál felagsins undir reglugerðini.

 

Alt samskifti við felagið gongur ígjøgnum formannin. Sigert Patursson, Vatnaskarðar 30, Hoyvík, tlf: 214709, teldupostur: sigert@bondi.fo