Hvat veitst tú um festiskipanina? Visti tú?:
-at ein festari hevur skyldu til at:
rinda øll gjøld, sum hvíla á festinum, t.d. rentur og avdráttir og tryggingar
viðlíkahalda allar festiognir við egnum pengum, meðan hann situr við festinum
lata festi aftur í minsta lagi í sama standi, hann tók við tí
búgva í somu oyggj sum festi er
at hava góðkenda landbúnaðarútbúgving
-at ein festari ikki kann:
leiga festi, hann situr við, út til annan persón
selja jørð av festinum
selja bygningar á festinum til annað endamál
veðseta festibrævið til annað endamál enn garðsraksturin
yvirtaka ognir, sum eru fíggjaðar av festikontu, uttan at gjalda tann partin aftur, ið er yngri enn 25 ár
-at ein festari kann:
avgera hvør tekur við festinum eftir hann
yvirtaka bygningar á festinum við at rinda fyri grundøkið og við at halda fram at gjalda møguligt restlán
yvirtaka aðrar ognir á *festinum við at rinda fyri tær
søkja um at fáa pening av festikontu, um nøkur slík er til festi
leggja raksturin av festinum í partafelag ella smápartafelag, um hann sjálvur eigur alt felagið og er stjóri í felagnum
sita við fleiri festum í somu markatalsbygd
-at festararnir sjálvir ella undanmenn hansara hava bygt festigarðarnar til tað teir eru við til dømis at:
byggja og gjalda fyri festihús og bygningar
halda festi í góðum standi fyri egna rokning
halda innstøðuna á festinum, seta við ella keypa nýtt fyri egnan pening
· dyrka jørðina upp úr nýggjum fyri egna rokning minus ca 1/3 í stuðli, sum er sami stuðul, sum óðalsmenn fáa
· gera vegir á festinum fyri egna rokning minus kr. 400 pr. metur í stuðuli, sama sum óðalsmenn fáa
· røkta bø, haga og tey lunnindi, sum hoyra til festi fyri egna rokning
-at Búnaðarstovan (landsstýrismaðurin) skal:
· góðkenna nýggjan festara (útbbúgving, bústaður, annað festi otl.)
· góðkenna veðseting av festibrævinum
· góðkenna veðseting av ognum, sum festarin hevur yvirtikið eftir §6
· boða Búnaðargrunninum frá, áðrenn góðkenning av veðseting av festibrævi
· taka avgerðir um samanlegging og/ella sundurskiljing av festi/festum
· góðkenna øll leigumál, sum festarin ger við triðjamann
-at Búnaðarstovan (landsstýrismaðurin) kann:
· nokta festara at yvirtaka ognir á festinum við at gjalda fyri grundøki
Hesin listi er ikki úttømandi, men bert ætlaður sum vegleiðandi til fólk við áhuga fyri festiskipanini.
Undir hesi leinkju: www.logir.fo/system/foframe.htm finnur tú lógina um landsjørð. Vel Vinna og síðani búnaðarviðurskiftir.