Lóg felagsins

Lógir

Fyri

BÓNDAFELAG FØROYA

§ 1

Navn felagsins er Bóndafelag Føroya.

 

§ 2

Heimstaður felagsins er Búnaðardepilin, 410 Kollafirði.

 

§ 3

Endamál felagsins er

a) At menna samkenslu og samhald millum bóndur.

b) At fremja kunnleika, dugnaskap og siðmenning hjá limum og øll góð eyðkenni, sum fedrarnir hava givið okkum til arvar, og sum merkja okkum sum rættar føroyingar og álitismenn.

c) At verja rættindi, lunnindi og jarðir bónda.

d) At stimbra vinnuveg limanna soleiðis, at samstundis sum framleiðsla teirra verður sum mest og best má úrtøka teirra í peningi verða hareftir.

e) At eiga partapening í fyritøkum, ið hava virksemi í hesum sambandi.

 

 

§ 4

Rætt til at gerast limur í felaginum hava allir føroyskir festibóndur og teir sum hava jarðarbrúk sum vinnu sína, og sum samtykkja lóg felagsins og endamál. Hesir limir verða bólkaðir sum A-limir.

 

Felagið kann hava áhugalimir. Hesir eru t.d. hald- og tilstundandi bóndur, hjúnaðarfelagi, fólk, stovnar og fyritøkur o.tl. sum hava tilknýtið ella serstakan áhuga í landbúnaðinum og endamáli felagsins. Hesir limir verða bólkaðir sum B-limir og hava ikki stemmurætt á aðalfundi ella eykaaðalfundi.

 

§ 5

Hægsta vald í felaginum hevur ársfundurin, ið er aðalfundur. Ársfundurin verður hildin á hvørjum ári, áðrenn 1. apríl við dagskrá:

1) Felagsstjórnin greiðir frá virki felagsins hitt farna árið.

2) Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur til kanningar og samtyktar.

3) Stjórnarval.

4) Val úr nevndini til formann og næstformann

5) Grannskoðaraval

6) Framløga og góðkenning av rakstrarætlan

7) Ymist.

 

Stjórnarformaður, ella um honum berst frá annar stjórnarlimur, stevnir limunum til fundar við minst 14 daga fyrivarni annahvørt við brævi, telduposti ella øðrum almennum miðlum.

 

Ársfundurin er altíð samtyktarførur, tá ið hann er lógliga lýstur, sbr. tó § 7.

 

Allar samtyktir á felagsfundi verða greiddar við vanligum meirluta.

 

§ 6

Eykafundir verða hildnir, tá ið stjórnin heldur tað vera neyðugt, ella tá ið 20 limir skrivliga biðja stjórnina stevna til slíkan fund um eitt ella fleiri tilskilað evni.

 

Eyakfundir skulu lýsast á sama hátt sum ársfundir og við greinligari fundarskrá og eru tá viðtøkuførir á sama hátt uttan hvat 2)-4) í § 5 viðvíkur, ið ikki kemur til viðgerðar uttan á ársfundi.

 

§ 7

Til tess at broyta hesa lóg krevst at broytingaruppskot er sent ella lýst limunum saman við innkalling til ársfundar.

 

Uppskot til lógarbroytingar skulu vera stjórnini kunnug minst ein mánað undan ársfundinum. Til lógbroytingar krevst, at 2/3 av limunum eru á fundi, og at 2/3 av teim møttu greiða atkvøðu fyri broytingini.

 

Eru ikki 2/3 av limunum á fundi, kann broytingaruppskotið takast uppaftur á eykafundi og fær tá lóggildi við 2/3 meirluta, sama hvussu nógvir ið eru á fundi.

 

§ 8

Formaðurin skal syrgja fyri bókhaldi og dagliga rakstri felagsins. Hann kann taka sær serkøna hjálp til hetta arbeiði um neyðugt. Á ársaðalfundinum verður grannskoðari valdur og løn hansara ásett. Grannskoðarin nýtist ikki at verða felagslimur

 

Roknskaparárið er álmanakkaárið.

 

Rakstrarætlan felagsins skal leggjast fyri ársaðalfundin til góðkenningar. Rakstrarætlanin skal sendast limunum saman við innkallingini til aðalfundin. Rakstrarætlanin skal vísa rakstur felagsins og í henni skal framganga ætlaða samsýningin til formann og nevnd.

 

§ 9

Á hvørjum ársfundi verður vald ein 6 mannastjórn til at hava tað dagligu felagsleiðsluna í hondum. Samstundis verða tveir tiltaksmenn valdir.

 

Valtíðin er 3 ár, tó soleiðis at 2 fara frá hvørt ár í teirri røð teir eru valdir í nevnd.

 

§ 10

Á felagsfundi verður, tað fyrsta ið formaður ella annar stjórnarlimur hevur sett fundin, valdur ein fundarstjóri, ið stýrir fundinum og ger øll trætumál av viðvíkjandi fundinum.

 

Stjórnarval fer altíð skrivliga fram. Onnur atkvøðugreiðsla skal verða skrivlig, tá ið nakar fundarmaður krevur tað.

 

§ 11

Stjórnin skipar starv felagsins fundanna millum og heldur stjórnarfund so ofta hon heldur tørva. Hon heldur fund um og viðger tey mál, sum verða løgd fyri felagsaðalfundin og tekur serkøna hjálp, tá hon heldur tørva. Tað skal vera minst ein stjórnarfundur um fjórðingsárið.

 

Allar stjórnarsamtyktir eiga at førast í gerðabók, sum verður undirskrivað av øllum sum á stjórnarfundi eru.

 

§ 12

Limarætt hevur tann, sum lýkur treytirnar fyri upptøku í felagnum eftir § 4 og sum hevur goldið limagjald fyri eitt ár.

 

Limur missir limarættin, tá hann ikki meiri lýkur treytirnar fyri upptøku eftir § 4 ella um hann skyldar limagjald fyri meiri enn 2 ár. Harumframt kann nevndin leggja mál fyri aðalfundin um at koyra lim úr felagnum, um limurin vitandi og við vilja hevur brotið samtyktir felagsins. Aðalfundurin avgerð við vanligum meiriluta um limurin skal koyrast úr felagnum.

 

Limur, sum er útkoyrdur orsakað av vantandi limagjaldi, kann “um hann annars lýkur aðrar treytir felagsins“ fáa limarættin aftur við at gjalda limagjaldseftirstøðu sína.

 

§ 13

A-limir gjalda 1500 krónur um árið

B- limir gjalda 200 krónur um árið

 

Limir kunnu fáa avtalaða gjaldskipan t.d. mánaðarliga gjaldingar, tó í mesta lagi 12 mánaðar soleiðis, at alt limagjaldið í øllum førum er goldið áðrenn næsta limagjald verður útskrivað.

 

§ 14

Verður felagið niðurlagt, ella fellur tað niður skulu ognir tess falla til búnaðarskúla Føroya, um slíkur er, ella varðveitast til tess endamáls.

 

§ 15

 

Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi í Tórshavn hin 17 juli 1957.

Broytt á eykaaðalfundi 1999.

Broytt á eykaaðalfundi 2008 §§ 5 og 9

Broytt á eykaaðalfundi tann 9. mars 2019, §§ 3 og 5

 

Alt samskifti við felagið gongur ígjøgnum formannin. Sigert Patursson, Vatnaskarðar 30, Hoyvík, tlf: 214709, teldupostur: sigert@bondi.fo