< Aðalfundur
24.12.2014 11:52 Aldur: 8 yrs

Búnaðarstevnan 2015

Í ár verður Búnaðarstevnan tann 24. januar 2015

Í 2014, varð skipað fyri einari landbúnaðarráðstevnu í Klaksvík, har fokus var sett á føroyskan landbúnað.
Stigtakarnir avgjørdu at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak, har fólk við serligum áhuga fyri føroyskum landbúnaði kunnu hittast og fáa eina breiðari fatan av virkseminum innan føroyskan landbúnað.
Í ár verður Búnaðarstevnan tann 24. januar 2015 í Ósáskúlanum í Klaksvík.
Ráðstevnan 2015 kemur serliga at leggja dent á ætlanir um einskiljing av landsjørðini og um seyðahald, ferðavinnu og annars tað, sum er tengt at landbúnaðinum í Føroyum.


 

Alt samskifti við felagið gongur ígjøgnum formannin. Sigert Patursson, Vatnaskarðar 30, Hoyvík, tlf: 214709, teldupostur: sigert@bondi.fo