Til løgtingsins Vinnunevnd Dagfest 05.05.10
Ískoyti til hoyringssvar til løgtingsmál 145/2009
Á fundi í Vinnunevndini 15. apríl varð heitt á Bóndafelagið í stuttum at gera nýggjar viðmerkingar til uppskot um broytingar í lóg um Búnaðargrunn.
Á nevndarfundi 23.04.10 varð samtykt at taka undir við broytingaruppskotinum við niðanfyrinevndu tillaðingum, við tí í huga, at broytingin kann verða vinnuliga landbúnaðinum at frama, samstundis sum tillagingarnar geva festum, við peningi á festikonto, betri møguleika at gagnnýta endurgjaldið av festikonto.
Nevndin í Bóndafelagnum ásannar, at broytingarnar í lógaruppskotinum eru sera prinsipiellar, og at fleiri ósvaraðir spurningar eru, og at stórar avgerðir verða tiknar við sera ógreiðum landbúnaðarpolitikki sum grundarlagi.
Bóndafelagið tekur tó undir við broytingaruppskotinum við hesum tillagingum:
1. At endurgjald av festikonto ikki skal sammetast við lán og lúka somu treytir fyri, at íløgan skal bera seg, men íløgan skal vera rímulig og til gagns fyri festið.
2. At festarar á festum, sum eiga pening á festikontu, fáa reellan møguleika at endurskapa mist virði á festinum, eisini til nýskapandi verkætlanir.
3. At endurgjald av festikontum skal kunna niðurskriva skuld á festinum.
4. At endurgjald fyri miss verður avráddur og avgreiddur millum festara og Búnaðarstovuna, so hvørt sum eitt festi er fyri missi.
5. At endurgjald av festikontu til byggningar verður 100% ístaðin fyri 50%.
6. At festarar, sum mugu gevast, tí rakstrargrundarlagið á festinum er burtur, fáa endurgjald fyri mistar inntøkumøguleikar.
7. At íløgustuðulin er fyri allan vinnuligan landbúnað.
8. At peningur á kontunum hjá Royndarstøðini í Hoyvík og Kollafirði fer óskerdur í festikontupulju.
9. At Búnaðargrunnurin verður varðveitttur sum fíggingarstovnur til landbúnaðin við óskerdum fæi.
10. AT TAÐ STAÐILIGA VERÐUR STAÐFEST, AT PENINGURIN Í GRUNNINUM BERT KANN NÝTAST TIL LANDBÚNAÐARLIG ENDAMÁL.
Síðan hevur aftur verið frammi í fjølmiðlunum, at landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum og onnur, hava ætlanir um at nýta pening úr grunninum til annað endamál enn til landbúnað.
Bóndafelagið vil harðliga mótmæla ætlanum um, at fæ Búnaðargrunnsins verður brúkt til annað enn til landbúnaðarendamál. Um hesar ætlanir standa við, tekur Bóndafelagið undir ongum umstøðum undir við broytingaruppskotinum og heitir á Vinnunevndina at steðga viðgerðini av málinum.
Vinarliga
Vegna Bóndafelag Føroya
Anna Rubeksen, forkvinna og Sigert Patursson, næstformaður