< Als tekur ímóti ull kring landi
18.07.2013 20:09 Aldur: 10 yrs
Búnaðargrunnurin avhendar føroysku jørðina til útlendingar!!!!!
Fyri nøkrum mánum síðan frættist at lýsingar vóru í útlendskum miðlum eftir fólki til at yvirtakað føroyskar garðar, ilt var at trúgva hesum, men stutt eftir var eisini lýst í føroyskum bløðum á útlendskum máli, eftir fólki at yvirtakað føroysku jørðina, síðan lýsingin var á útlendskum málið, má gangast útfrá at lýsingin var ætlað útlendingum.
Tað sum lýst var við, vóru garðar hvar Búnaðargrunnurin hevur yvirtikið raksturin. Ilt er at siga hví so illa hevur gingist á hesum gørðum, men orsøkirnar kunnu vera fleiri.
Sum skilst hava fleiri útlendingar leita sær til Føroya at kanna umstøðurnar, og sýnist ein ávísir áhugi vera teirra millum, at yvirtaka okkara jørð.
Meðan vit arbeiða av øllum alvi við at leggja forðingar og snávingarsteinar fyri útlendingar, sum tekkjast okkara fiskivinnu og alibrúkum fer Búnaðargrunnurin, sum hevur eittans endamál og tað er at veita fígging til føroyska landbúnaðin, av sínum eintingum, í onnur lond at finna fólk at keypa hesar garðar.
At kalla eingin roynd er gjørd at finna føroyingar.
Eiheldur er gjørð nøkur roynd at bøta um fíggjarligu korini á hesum gørðum, so at verandi bóndi møguliga kundi hildi fram við rakstrinum, nei hann skal vekk, hann skal revsast fyri sítt misstak, at gera íløgur í føroyskan landbúna, og rekast av garði, ikki fáa nakran møguleika at royna einaferð enn.
Kundi hugsa mær at vita hvussu nógvir føroyingar vóru í leislu Búnaðargrunnsins, um somu treytir vóru galdandi tá Búnaðargrunnurin missir pening hjá føroyska landbúnaðinum i garvillari fíggjarspekulasjón á Wall Street og aðrar staðir.
Livst so spyrst
Við Landbúnaðarkvøðu
Sigert Patursson
Formaður
Bóndafelag Føroya