< Landbúnaðarnevnd
28.11.2012 20:56 Aldur: 11 yrs
Limafundur
Bóndafelagið skipar fyri limafundi á Búnaðarstovuni fríggjadagin 30. november klokkan 13.00 -16.00
Endamálið við fundinum er at lýsa viðurskifti, sum ávirka gerandisdagin og vinnumøguleikarnar hjá bøndum.
1. Búnaðargrunnurin og leikluturin hjá honum í føroyska landbúnaðinum. Sjúrður Knudsen, stjóri í Búnaðargrunninum.
2. Matvørulógin og heilsufrøðilig viðurskifti. Jóhan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum.
3. Endurskoðan av landbúnaðarlóggávuni, Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við landbúnaðarmálum.
Sjúrður Knudsen, greiðir frá gongdini og broytingum í fíggjarligu viðurskiftunum í landbúnaðinum seinastu árini og hvønn leiklut Búnaðargrunnurin hevur í menningini av føroyska landbúnaðinum.
Jóhan Dahl greiðir frá um yvirskipaðu tankarnar handan nýggju matvørulógina og onnur heilsufrøðilig viðurskifti í samband við landbúnað. Hann hugleiðir um, hvussu lógarverkið kann vera við at styrkja og menna landbúnaðarvinnuna, eisini við atliti til matstovu- og ferðavinnuna, sum ætlanin er at menna munandi.
Jacob Vestergaard er boðin at greiða frá um tankarnar við at seta eina skjótt arbeiðandi nevnd at endurskoða landbúnaðarlóggávuna.
Lagt verður upp til orðaskifti og fundarluttakarnir fáa høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar.