< Limagjaldið broytt
28.11.2012 20:49 Aldur: 11 yrs
Landbúnaðarnevnd
Landstýrismaðurin í landbúnaðarmálum hevur sett eina nevnd at lýsa ymisk viðurskifti í landbúnaðinum í Føroyum.
Nevndin verður mannað við 1 umboði frá Búnaðarstovuni, 2 frá Búnaðargrunninum, 2 frá MBM og 1 umboði frá Bóndafelagnum. Bóndafelagið hevur valt Sigert Patursson at umboða seg í nevndini.
Uppgávan hjá nevndini verður at gera eina støðulýsing av vinnuni í 2012 og at koma við ítøkiligum uppskotum um, hvussu vit røkka málunum í samgonguskjalinum frá nov. 2011, at vit í størri mun skulu gerast sjálvbjargin innan framleiðslu av landbúnaðarvørum og fóðri.
Arbeiðið er býtt í 2 partar, fyrri partur fevnir um eina lýsing av støðuni av landbúnaðinum í dag og annar partur tekur støði í støðulýsinigini og vísir á framtíðar tiltøk.
Niðurstøðurnar skulu latast landstýrismanninum í seinasta lagi 1. februar 2013.