03.02.2010 11:58 Aldur: 13 yrs

Hoyringssvar

Hoyringssvar til uppskot til broyting í lógini um Búnaðargrunn.

Hoyringssvar til uppskot til broyting í lógini um Búnaðargrunn.

Bóndafelagið hevur havt uppskot til broyting í lóg um Búnaðargrunn til hoyringar og hevur niðanfyri standandi viðmerkingar:

Fiskimálaráðið

Heykavegur 6A

100 Tórshavn                                                                                                          Dagfest 23.02.2010  

 

Hoyringssvar til uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn

Bóndafelag Føroya  takkar fyri møguleikan at gera viðmerkingar til uppskotið, ið eftir ætlan fer at broyta festikonto skipanina munandi. Hetta er eitt stórt og torgreitt mál, sum krevur neyva  umhugsan og  viðgerð og sum hevur  stóran týdning fyri limir felagsins.

Nevndin í Bóndafelagnum dugir at síggja, at broytingin í lógini um Búnaðargrunn er til gagns fyri teir mjólkbøndur, ið standa fyri at byggja  nýtt ella vaksa um virksemi, og at henda broyting kann verða tað avgerðandi stigið til, at mjólkavinnan fer at fóta sær, og at vit føroyingar framhaldandi kunnu gleðast um at drekka dygdargóða føroyska mjólk.

Hinvegin eru  støðan hjá teimum festum, sum hava pening á festikonto ógreið og hevur hetta stóran týdning fyri festararnar á teimum festum , sum hava verið fyri missi og sum liggja soleiðis fyri, at tørvurin á lendi er ein støðug hóttan móti grundarlagnum undir rakstrinum á festinum.

Nevndin í felagnum fer tí at nýta høvi í hesum hoyringssvari, at koma við nøkrum viðmerkingum og at seta nakrar spurningar, sum vit halda eru ógreiðir ella ósvaraðir. Felagið hevur aðalfund seinri í vikuni og fara vit at loyva okkum, at senda vinnunevnd løgtingsins niðurstøðu frá aðalfundinum um hetta mál.

Festikontoskipanin virkar soleiðis í dag, at tá eitt festi  er fyri missi, verður peningurin fluttur á konto hjá  viðkomandi festi og er peningurin partur av fæi Búnaðargrunnsins. Festarin kann søkja Búnaðargrunnin um at nýta peningin til at endurskapa virðir á festinum , sum kunnu styrkja inntøkugrundarlagið og harvið viga upp ímóti  tí missi, festið hevur verið fyri. Tað er ein veruleiki, at tey festi, ið hava pening á festikonto, hava verið fyri missi.

Tá vit sum festarar bjóða okkum fram at taka raksturin av einum festi á okkum, átaka vit okkum skyldur, sum eru staðfestar í festibrævi og leggja okkum undir lógir galdandi á økinum. Tað vil siga, at vit átaka okkum ábyrgd  at røkja festi á nøktandi hátt og gjalda skuld, ið er tengd at festinum. Hesa ábyrgd taka vit á okkum út frá teimum fortreytum, festið  hevur, tá vit festa.

Tá festi er fyri missi, er inntøkugrundarlagið broytt, men skyldur og skuld á festinum eru óbroytt og skulu  viðlíkahaldast við broyttum fyritreytum. 

Ein stórur trupulleikin við skipanini í dag er, at tá festi er fyri missi, og festari vil endurskapa  virði á festinum og styrkja inntøkugrundarlagið, skal festarin seta seg í økta skuld fyri at fáa nyttu av peninginum, sum er fluttur á konto fyri missin. Tí vil felagið mæla til, at reglan um, at fígging av festikonto bert fæst til 50% av kostnaðinum av bygningum, verður broyttt og at møguleiki verður at fíggja bygningar 100%.

Hetta er í samsvar við uppskotið um broyting, har brunnar, køstar, velting, vegagerð, gransking og aðrar verkætlanir, sum einki hava við festir at gera, kunnu fíggjast 100%.

Í teimum førum eitt festi er fyri missi og tað ikki ber til ella loysir seg at byggja út og harvið økja inntøkugrundarlagið, eigur at bera til ístaðin, at minka um skuldinina á festinum tilsvarandi missin, so tað framhaldandi er samsvar millum skuldarupphæddina  og  fortreytirnar at gjalda skuldina.

Ein annar stórur trupulleiki er, at treytirnar til fígging av festikonto eru tær somu sum til lán, tað vil siga, at íløgan skal bera seg.  

Grunnurin metir, um umsóknirnar eru burðardyggar, sum um øll fíggingin er lán, ið skal gjaldast aftur.  Hetta við tí grundgeving, at um festarin fellur frá stutt eftir, at íløgan er gjørd, skal næsti festari keypa bygningarnar á festinum og peningurin , goldin av festikonto, skal afturgjaldast og nýggi festarin  situr  sostatt við afturgjaldsskyldu fyri allari íløguni, og má hon tí kunna bera seg.

Bóndafelagið mælir til, at niðurskrivingin av afturgjaldinum av peningi  goldin av festikonto , fylgir festinum og ikki festaranum  soleiðis,  at um ein festari hevur fingið fígging av festikonto og avhendar bygningar og festibræv, skal  fráfarandi festari ikki gjalda festipeningin aftur, men næsti festari fær ágóðan av íløguni og skal ikki gjalda fráfarandi festara  fyri íløguna. Á tann hátt fylgir ágóðin av fígging av festikonto festinum og ikki festaranum.

Í lóg um landsjørð stendur, at festari hevur rætt til at nýta festið við lunnindum  og kann leiga lendi út, og fara inntøkur tá til festaran. Okkara hugsan er, at um ein festari hevur evni og hegni at skapa inntøkur á festinum uttan at máa av virðinum av festinum, skulu inntøkurnar sjálvsagt fara óskerdar til raksturin av festinum og ikki flytast á festikonto.

Ein spurningur, sum fyri okkum er ósvaraður, er hvussu ognarviðurskiftini á festunum verða. Hóast tað ikki stendur í lóg um landsjørð, at bygningar og innistøða skulu keypast  við festaraskifti, er tað vorðið mannagongd. Sostatt kemur festarin at eiga fjós og undirlendi og aðrar bygningar og festi eigur køst og brunnar. Hetta letur seg kanska gera, men einfaldast hevði verið, at allir bygningar  á grundøkinum , sum festarin keypir, eru ogn festarans, tí við keypinum er lýst ítak um, at allir bygningar hoyra til raksturin av festinum  og  forðar tí festara at selja av ognunum.“Ognarrætturin” hjá festaranum fellur burtur tann dagin hann fyllir 70 ár.

Broytingaruppskotið fevnir ikki um upphæddirnar á festikontunum hjá Royndarstøðini í Hoyvík og í Kollafirði. Tað undrar stórliga, tí júst henda upphædd á slakar 40 mill, sum ikki hoyrir til nakað virki festi, hevði verið upplagt at koyrt 100% í felagspulju og  harvið roynt nýggju skipanina av uttan at harma teir festarar, ið sita á festum, sum hava verið fyri missi og eiga pening á festikontu.  Verður henda upphædd brúkt, kann íløgustuðulin koma øllum vinnuliga landbúnaðinum tilgóðar og ikki bert festum.

Samanumtikið eru ósvaraðu spurningarnir:

  • ognarviðurskiftini, tá bygningar á festi verða einskildir og festari bert kemur at eiga part av bygningnum  
  • hvat skal peningur á festikontunum hjá Royndarstøðunum brúkast til.

 

Vit mæla til:

at fígging av festikonto til bygninar verður 100 % ístaðin fyri 50 %

at endurgjald av festikontum skal kunna niðurskriva skuld á festinum

at íløgur á festinum fylgja festinum og ikki festaranum

at skipanin við festikontopulju verður royndarkoyrd við upphæddunum á kontunum hjá Royndarstøðunum og at íløgustuðulin skal galda fyri allan vinnuligan landbúnað

 

Vinarliga

Bóndafelagsins vegna 

Anna Rubeksen, forkvinna


 

Alt samskifti við felagið gongur ígjøgnum formannin. Sigert Patursson, Vatnaskarðar 30, Hoyvík, tlf: 214709, teldupostur: sigert@bondi.fo