< INTERNORDEN 2012
14.06.2012 21:39 Aldur: 11 yrs
Norðurlendskt samstarv
Fundur við aðalskrivaran í Norsk Sau og Geit
Ein av luttakarunum á Internorden 2012 var aðalskrivarin í Norsk Sau og Geit, Lars Erik Wallin. Hann ynskti at hava fund við Bóndafelagið at tosa um samstarv millum feløgini. Lars Erik er ein av kontaktpersónunum hjá Internorden, saman við Rólvi Djurhuus og Gun Bernes úr Svøríki.
Norsk Sau og Geit er felag hjá norsku seyðabøndrunum. Tað er ein stórur felagsskapur við nógvum ymiskum uppgávum. Tey hava millum annað blaðið Sau og Geit, sum kemur út 6 ferðir um árið. Í blaðnum verða ymisk evni innan seyða- og geitahald umrødd. Fleiri føroyingar halda ella hava hildið blaðið, men Lars Erik ynskti at fáa fleiri haldarar og fer at gera eitt tilboð til limir bóndafelagsins um hald av blaðnum. Limirnir fáa skriv sendandi um hetta, tá vit hava frætt aftur frá honum. Hann setti eisini fram ynski um, at føroyingar skriva til blaðið.
Avgerð var tikin um, at Internorden 2014 verður í Noregi. Tað var ikki avgjørt heilt hvar. Ætlanin er at halda fast við upprunaliga endamálið hjá Internorden frá 70'unum, tá avgjør varð, at hendan ráðstevnan skuldi vera fyri granskarar og bøndafeløgini í norðanlondunum. Hetta er fyrstu ferð, at bóndafelagið hevur luttikið á slíkari ráðstevnu, og hetta var so væleydnað, at vit avgjørt eiga at hava umboð við hvørja ferð. Eitt sera gott høvi hjá norðurlendskum bøndrum at hittast, tað er ikki so ofta at skipa verður fyri tiltøkum rættað móti bøndrum.