< Aðalfundurin, ráðstevna og kjøtsmakking
23.04.2012 16:16 Aldur: 9 yrs
Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundur um áseting av limagjaldinum verður á Búnaðarstovuni sunnudagin hin 13. mai 2012
Sum avtalað á aðalfundinum, verður eykaaðalfundur um áseting av limagjaldinum á Búnaðarstovuni sunnudagin hin 13. mai 2012 kl. 15.00. Nevndin hevur tikið avgerð um, at 2 uppskot verða at atkvøða um. Fyrst verður atkvøtt um uppskotið har limagjaldið er tað sama sum nú, men ongin skal gjalda meir enn 3.000,- kr. Fær hetta ikki meirluta verður atkvøtt um hitt uppskotið, sum er at allir virkandi limir gjalda sama limagjald 1.500,- kr um árið.