< Aðalfundur
23.04.2012 10:40 Aldur: 8 yrs

Aðalfundurin, ráðstevna og kjøtsmakking

Her er ein samandráttur av aðalfundinum og seyðaráðstevnuni, sum vóru á Hotel Føroyum 23. og 24. mars


Vikuskifti 23. - 24. mars var nógv bóndavirksemi á Hotel Føroyum. Byrjað var fríggjakvøldið við aðalfundinum hjá Bóndafelagnum, har frágreiðing fyri farna ár var løgd fram, Poul Hansen, sakførari var og greiddi frá hvørji árin tað hevur á festini, at mjólkakvotur og festibrøv eru vorðin umsetulig, tá talan er um festiskifti, hjúnaðarskilna ella tá festari doyr.

Hóast veðrið var av tí besta, høvdu fleiri av limum felagsins leitað sær á aðalfund. Í formansfrágreiðingini var greitt frá arbeiðinum við taðingarkunngerðini, ið er um at vera klár at lýsa. Minkaða játtanin til djóralæknarnar var umrødd. Arbeitt verður við at fáa so góðar sømdir sum tilber. Fundarfólkið var á einum málið um, at tað er ov kostnaðamikið sum er, tá bóndin skal bera allan kostnaðin av ferðingini hjá djóralæknunum og ynskti tí, at koyripeningurin til djóralæknarnar verður varveittur.  Arbeitt verður við eini verkætlan at gera eitt biogasanlegg. Eisini verður arbeitt við at geva eina viðkenning fyri best røkta garð, á sama hátt sum vit kenna tað frá best røktu bygd o.a. Uppskot var frammi um at broyta limagjaldið, men var avgjørt at útseta viðgerðina av tí til ein eykaaðalfund, sum kallað verður inn til sum skjótast.

Nevndarval var eisini á skránni. Súsanna í Búðini og Sigert Patursson stóðu fyri vali. Sigert var afturvaldur, meðan Súsanna ikki ynskti at stilla upp aftur, og í hennara stað var Mortan Joensen, Fuglafjørður valdur. Til tiltakslim vóru Sanna Silvurstein og Heini á Heygum vald. Anna Rubeksen heldur fram sum formaður, og Sigert Patursson heldur fram sum næstformaður.

Leygarmorgunin kl. 10.00 var byrjað aftur við ráðstevnu, íð vardi til kl. 16.00. Ein samandráttur av ráðstevnuni kann lestast í viðhefta skjali.

Leygarkvøldið skipaði Hotel Føroyar fyri kjøtsmakking, har 8 bøndur høvdu latið turt kjøt til tiltakið. Fyrst høvdu bøndurnir smakkað kjøtið sjálvir, so kokkarnir og at enda tey, ið vóru til borðhaldið um kvøldið. 

Kjøtið frá Jan Thomsen av Eiði fekk flestar atkvøður frá fólkinum, sum var til borðhaldið leygarkvøldið. Hann gjørdist sostatt vinnari og fekk handað ein fjallstav frá forkvinnuni í Bóndafelagnum.


Viðfestar fílur
Radstevna_um_seydahald.pdf77 K
 

Alt samskifti við felagið gongur ígjøgnum formannin. Sigert Patursson, Vatnaskarðar 30, Hoyvík, tlf: 214709, teldupostur: sigert@bondi.fo