< Avtalan við Djóralæknarnar uppsøgd
09.02.2012 17:50 Aldur: 9 yrs
Seyðaráðstevnan 24. mars 2012
Fyrireikingarnar til ráðstevnuna á Hotel Føroyum eru nú komnar nakað áleiðis.
Ráðstevnan, sum Bóndafelagið saman við Óðalsfelagnum, MBM, Búnaðarstovuni og Búnaðargrunninum skipar fyri, er nú við at taka skap.
Evnið er: 'Menning av seyðahaldinum í Føroyum', og koma búfrøðikandidatar bæði úr Noregi og Íslandi at greiða frá um seyðahaldið har. Eisini verður sagt frá ymiskum royndum innan seyðahald í Føroyum. Endað verður við orðaskifti.
Ráðstevnan er fyri øll, sum eru áhugaði í seyði, og er ætlanin, at dagurin skal geva luttakarunum íblástur og nýggja vitan, sum ger tey før fyri at meta um nýggjar møguleikar og at seta nýggja tiltøk í verk, sum kunnu menna seyðahaldið.
Um kvøldið skipar Hotel Føroyar fyri veitslu við kjøtsmakking.
Tilmelding er í síðsta lagi 17. mars 2012. Meira um tilmelding, innihald o.a. kann lesast í viðfesta fíli.