< Seyðaráðstevna
07.02.2012 16:33 Aldur: 9 yrs

Avtalan við Djóralæknarnar uppsøgd

Avtalan við djóralæknarnar um vaktarhald og koyripening er uppsøgd til 30.04.2012

Sum kunnugt var játtanin til vaktarhald og koyripening til djóralæknarnar skorin burtur av fíggjarlógini fyri 2012. Sambært landstýrismannin í vinnumálum, Jóhan Dahl, var talan um at flyta játtanina frá Vinnumálaráðnum til Fiskimálaráðið, sum umsitur landbúnað. Talan hevur eisini verið um at leggja allan kostnaðin á vinnuna á sama hátt, sum gjørt hevur verið við alivinnuna. Men á fundi millum partarnar var staðfest, at Vinnumálaráðið hevur ábyrgd av vetereneru viðurskiftunum í Føroyum, og harvið eisini av avtaluni við djóralæknarnar.

Bóndafelagið og onnur hava gjørt vart við óhepnu avleiðingarnar av at skera hesa játtan heilt burtur og harvið avtaka vaktarhald uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Ein partur av játtanini kr. 600.000 er komin á aftur fíggjarlógina. Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum umsitur játtanina, gjødi í samráð við Bóndafelagið eitt uppskot til nýggjan sáttmála við koyripengum og skerdum vaktarhaldi. Hesum uppskoti tóku djóralæknarnir ikki undir við. Skipanin koyrir tí nú við vaktarhaldi alt døgnið, men við ongum koyripengum.

Hetta rakar meint neytahaldið uttan fyri miðstaðarøkið, tí bøndur nú kunnu fáa eina djóralæknarokning á fleiri 1.000,- kr. meir fyri hvørja ferð, teir boðsenda djóralækna. Tí teir nú sjálvir skulu gjalda fyri tíðina koyrt verður eisini.

Sáttmálin er uppsagdur til 30. apríl og til ta tíð er vónandi ein nýggj og betri avtala fingin í lag.


 

Alt samskifti við felagið gongur ígjøgnum formannin. Sigert Patursson, Vatnaskarðar 30, Hoyvík, tlf: 214709, teldupostur: sigert@bondi.fo