< GOTT NÝGGJÁR!
02.01.2012 11:03 Aldur: 9 yrs
Seyðaráðstevna
Bóndafelagið er saman við øðrum í holt við at skipa fyri einum degi um seyðahald.
Felagið er, saman við øðrum, í ferð við at fyriskipa ein dag um menning av seyðahaldi í Føroyum.
Stevnan verður á Hotel Føroyum leygardagin 24. mars við fjølbroyttari skrá, bæði fyrilestrahaldarum úr Føroyum og útlondum.
Um kvøldið skipar hotellið fyri veitslu við kapping um besta turra kjøtið frá 2011. 8 hagar kappast um heiðurin.
Eitt gott høvi at halda frí og vera saman um at hugleiða um okkara vinnu og áhugamál, seyðin.