Leygardagin 9. mars hevði Bóndafelagið ársaðalfund og varð øll nevndin afturvald.
Fitt av fólkið hevði leita sær til fundarstaðin, sum var Búnaðarstovan í Kollafirði. Umframt aðalfundarskrá, vóru viðkomandi mál innan landbúnaðarøki umrødd og talan var um ein sera góðan og siðiligan fund. Sigert Patursson heldur áfram sum formaður og Eynar Martin Kjærbo er næstformaður.