< Kjøtkvøldið á Hotel Føroyum
05.12.2013 12:25 Aldur: 7 yrs

Ráðstevna um landbúnað


Ráðstevna um landbúnað í Ósáskúlanum í Klaksvík, leygardagin 11. januar 2014 
Hvussu síggja landsins mynduleikar framtíðarmenning innan landbúnað við serligum atliti til seyðahald, jarðarbrúk vm. í Føroyum. Einskiljing, nýggj matvørulóggáva og aðrar avbjóðingar innan vinnuna. 

Búnaðarstovan kemur at greiða frá um tær ymisku uppgávurnar hjá stovninum og framtíðar avbjóðingar. Somuleiðis kemur Búnaðarstovan at greiða stutt frá um Lóg um Landsjørð, Girðingarlóg, Hagalóg.

Bóndafelagið og Óðalsfelagið greiða frá um teirra virksemi og leiklut innan føroyskan landbúnað og um hvussu limir tess meta um framtíðarútlitini.

Serkøn kunning um seyðahald og hagabit, umframt jarðarbrúk og hvørjir framleiðslumøguleikar eru innan landbúnað í Føroyum. 

Djóralækni greiðir frá um sníkar, bruna og aðrarsjúkur hjá seyði í Føroyum (ridluskriðið) og um handfaring, fyribyrging/koppseting vm. 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan greiðir frá um slátur og reinføri, løggildingar vm. umframt nærri kunning um ætlaðu matvørulógina, sum skal íverksetast í 2015.

Hagstovan greiðir nærri frá um innflutning av landbúnaðarvørum, sum vit evt. kundu framleitt í Føroyum.

Ferðaráð Føroya greiðir frá møguleikum, at samstarv er millum landbúnað og ferðavinnu. Upplivingar og matur vm.

Fýra ymiskir bóndir koma at kunna um sítt verandi virksemi, um seyðahald, røkt, slátur vm. og um hvussu teir síggja framtíðarmøguleikarnir innan hesa vinnu.

Endaliga verður tað fyriskipaður ein pallborðsfundur, har møguleiki er hjá luttakaraum, at seta spurningar og annars verða við til at menna eitt konstruktivt kjak um framtíðar landbúnað í Føroyum.


 

Alt samskifti við felagið gongur ígjøgnum formannin. Sigert Patursson, Vatnaskarðar 30, Hoyvík, tlf: 214709, teldupostur: sigert@bondi.fo