< Mjólkaprísurin í Stavanger
16.07.2013 23:53 Aldur: 10 yrs
Als tekur ímóti ull kring landi
Bóndafelagið, Búnaðarstovan og Als hava í vár roynt at loyst trupuleikan við ullamóttøku, tað vísti seg at eingin av teimum, sum fáast við ull og garn høvdu áhuga í at samskipa móttøku og kjeyp av ull, so endin bleiv at Als samskipar ullamóttøku kring landi.
Als letur 5 kr/kg, hetta er ikki nógv, men meira enn einki, tað er sjálvandi upp til hvønn einstakan um ullin verður latin Als ella ikki.