< Tilmelding til seyðaráðstevnuna
16.03.2012 12:32 Aldur: 8 yrs

Aðalfundur

Aðalfundur felagsins verður á Hotel Føroyum fríggjakvøldið 23.03.2012 kl. 19.00

Skráin til aðalfundin er sambært lóg felagsins. Kl. 20.00 kemur Poul Hansen, løgfrøðingur at greiða frá um hvørji árin tað hevur, at festibrøv og mjólkakvotur eru vorðin umsetilig, serliga við atliti til virðismeting og uppgerð av búgvi festarans við festiskifti, deyða ella hjúnarskilna.

Er onkur limur, sum ikki hevur fingið fundarinnkalling sendandi, ella nýggjur limur vil tekna seg, kunnu tey seta seg í samband við forkvinnu felagsins á tlf. 21 60 26 ella t-post: bondi@olivant.fo


 

Alt samskifti við felagið gongur ígjøgnum formannin. Sigert Patursson, Vatnaskarðar 30, Hoyvík, tlf: 214709, teldupostur: sigert@bondi.fo